Valdes til Manchester United

Louis van Gaal hevur bjóðað fyrrverandi Barcelona málverjanum sáttmála

Seinastu tíðina hevur 32 ára gamli Victor Valdes vant við Manchester United. Høvuðsvenjarin, Louis van Gaal er somikið hugtikin av tí Victor Valdes hevur víst, at hann hevur bjóðað Valdes ein sáttmála við Manchester United.

 

Sambært blaðnum, Manchester Evening News hevur Victor Valdes skrivað undir ein sáttmála, sum bindir hann til felagið fram til 1. juli 2016. Victor Valdes, sum vardi málið hjá FC Barcelona millum 2002 og 2014 í 387 dystum skal sostatt kappast við David de Gea um at verja málið hjá Manchester United. 

 

Hetta merkir, at danin Anders Lindegaard gerst triðja val, og Manchester Evening News skrivar, at tað er sannlíkt, at Anders Lindegaard skjótt endar í einum øðrum felagi. 

 

Victor Valdes, sum gjørdist leysur av FC Barcelona á sumri í 2014 kemur til Manchester United, sum ein "fríur agentur" sambært Bosman-dóminum. Victor Valdes hevur leitað eftir einum felagi í eitt hálvt ár, og nú var eydnan við honum.