Jóhan Bech Húsgarð, Formaður í Næmingaráðnum í Hoydølum
------
Nú melur rektarin í Hoydølum nakað grovt. Tað tykist einki mark fyri, hvussu vítt rektarin á Studentaskúlanum í Hoydølum, Mikkjal Helmsdal er sinnaður at fara.
Mikkjal Helmsdal hevur tikið upp á seg lóggevandi, útinnandi og dømandi vald.
Hjá næmingunum er blivið lágt til loftið og trongt millum veggja.
Rektarin hevur sum sítt seinasta páfund hótt við av avlýsa pisufund og próvhandan.
Hetta minnir um skilhaldsreglur í einum fongsli.
Hóttanin er ikki móti einum næmingi ella tveimum, men einum heilum árgangi kollektivt.
Her er aftur talan um harðliga framferð uttan heimild.
Onnur dømi eru samanvavstur av parkering, ávaringar og prógvi við tí úrsliti, at tveir næmingar vórðu tveittir út.
Uttan atlit til sek ella ósek hóttir rektarin við at revsa 250 næmingar – av tí at møguliga ein ella tveir næmingar velja at bróta lógina.
Vit hava lógarverk og rættarskipan, sum revsa fólk fyri herverk og aðrar atgerðir. Hetta átti at vera nóg mikið.
Ein grundleggjandi rættartrygd er tó, at ein og hvør ákærdur er ósekur, til tað mótsetta er prógvað.
Rektarin velur at venda rættarskipanini á høvdið.
Seinasta dømi er eftirlitsskipanin við uppgávum. Øll verða skorin yvir ein kamb. Útgangsstøðið er, at øll svika, til tað mótsetta er prógvað.
Nú verða allir næmingar roknaðir sum brótsmenn, til ein (um nakar er) verður funnin sekur í herverki.
Allar pisurnar 2013 standa til at kenna sviðan fyri gerðir hjá farnum árgangum av næmingum og vánaligum skilhaldi hjá leiðsluni.
Hvar er heimildin fyri hesi kollektivu revsing, og hvussu rímilig er hon?
Hvussu ber til, at ein rektari fær lóggevandi, útinnandi og dømandi vald yvir 900 næmingum og starvsfólkum?
Rektarin og leiðslan hava til arbeiðis at reka skúlan og ikki diktera næmingum.
Ger(a) næmingur(ar) ónáðir á skúlanum, hevur rektarin heimild til at revsa tey í samsvari við gerðirnar. Næmingurin verður tá hildin til svars fyri hansara gerðir – ikki ein heilur árgangur.
Hetta tykist ikki vera nokk, tí nú vil rektarin eisini blanda seg uppí, hvussu næmingar bera seg at í frítíðini og uttan fyri skúlan.
Hví er rektarin farin at brúka hóttanir í hópi í staðin fyri álit og vanligt skil fyri hvønn sær?
Skulu vit næmingar bera okkum at sum seyður í fjallgongu og lata okkum reka í rætt av Mikkjali Helmsdal?
Mikkjal Helmsdal! Byrja tú at brúka kollektivar áheitanir, í staðin fyri kollektivar hóttanir og revsing.