Valdømisskipan

Jógvan Sundstein
------

Stutt fyri løgtingsvalið í januar 2008 varð vallógin broytt til at Føroyar gjørdust eitt valdømi í staðin fyri tey sjey valdømini, sum vóru frammanundan, og sum høvdu verið í um leið hálva aðru øld. Hendan broytingin líktiskt mest einum statskvetti, tí hon broytti skipanina, sum var grundarlagið undir allari parlamentariskari og og demokratiskari umboðan, nevniliga, at umboð frá ymisku pørtum landsins møttust á tingi, til eina kommunala skipan, hvar bert tað eina valdømi (alt landið) fekk sína umboðan.
Í øllum londum, sum eg veit um (burtursæð frá Grønlandi), við nøkulunda fólkaræðisligari skipan er fremsta grundarlagið undir parlamentarisku umboðanini ymisku økini í landinum. Vit kunnu fara til Íslands, Noregs (har okkara Løgting hevur sín uppruna), Danmarkar, Svøríkis, Bretlands, Fraklands o.s.fr. Alla staðni gongur geografiska umboðanin aftur. Eg minnist til dømis aftur á, tá eg var limur í Norðurlanda Ráðnum, at vit av og á høvdu fund í Stórtingssalinum í Oslo. Vit sótu í sessunum hjá tinglimunum. Navnaskiltir vóru fest á borðini, men tað vóru ikki persónsnøvnini ella flokksnøvnini, men valdømisnøvnini. Tingmenn sessaðust eftir, hvar í landinum teir komu frá.
Sostatt umboða tinglimir fyrst og fremst sín part av landinum, líkamikið um landið er stórt ella lítið, fólkaríkt ella fáment. Eisini líkamikið um tað er koyrandi til hvønn avkrók ella ikki. Harnæst umboða tingfólkini sínar politisku flokkar og tær hugsjónir hesir umboða. Í síðstu røð umboða teir seg sjálvan persónliga. Nýggja skipanin í Føroyum við einum valdømi hevur longu nú, eftir tveimum árum, havt við sær, at persónliga umboðanin er komin í fyrstu røð, meðan floksumboðanin er kámað, og økisumboðanin er heilt horvin, burtursæð frá, tá tað tænir persónsumboðanina.
Nú er møguleiki hjá Løgtinginum at koma aftur á beint við at samtykkja broytingina um at venda aftur til tey sjey valdømini. Hetta eigur at verða gjørt sum ein ásannan av, at mistakið var stórt fyri tveimum árum síðani. Tí kann ein fólkaatkvøða heldur ikki koma uppá tal. Tað var jú heldur eingin fólkaatkvøða, tá mistakið varð gjørt. Onkur heldur at bíðast skal eini tvey valskeið fyri at síggja, hvussu núverandi skipan roynist. Hetta fær meg at hugsa, at um persónur er álvarsliga sjúkur, so skal einki gerast fyri at grøða sjúkuna, men heldur bíða fyri at vita, hvussu hon tekur seg upp.
Tað seinasta nýggja er, at kvinnuumboðanin á tingi hevur tikið seg saman at mótmæla parlamentarisku og demokratisku umboðanini. Nú skal verandi skipan varveitast, tí hon verjir eini størri kvinnuligari umboðan. Hvar vita tær tað frá? Higartil havi eg trú, at øll menniskju høvdu líka rætt. Mannaættin er býtt upp í kvennmenn og kallmenn, kvinnur og menn. Øll hava líka rætt at taka lut í politikki og arbeiða fyri sínum politisku hugsjónum uttan mun til kyn, trúgv, húðalit ella onnur frábrigdi. Vit skuldu ikki so gjarna enda við einum kvinnuflokki og einum mansflokki. Tá skal eg viðganga, at eitt valdømi er lættast at handfara.
Vónandi kemur tingið aftur á slóðina.

P. S.
Í tíðarskeiðinum frá august 2005 til seinast í 2007 havi eg skrivað nakrar greinir um valskipanina. Tær finnast í Sosialinum og partvís eisini í øðrum miðlum:
Lokalpolitikkur – valdømir
Tingmenn fyri valdømi ella fyri landið
Nýggj vallóg
Føroyar eitt valdømi. Hvat er demokratiskt?
Eitt ella fleiri valdømir – eina ferð enn
Eitt valdømi – fyri seinastu ferð.