Vald, kvinnur og menn

JAVNSTØÐA ? Eg helt tað verða skelkandi at hoyra í Útvarpinum, at bert 13% av kvinnunum í Føroyum forvunnu meira enn 200.000,- krónur um árið. Er tað veruliga so galið, at flestu kvinnur í Føroyum enn eru fíggjarliga bundar at monnum? Eftir altjóða kvinnudagin, staðfestir Augusta Mikkelsen, sum er skrivari í Javnstøðunevndini, at ongin letur vald frá sær við góðum. So skulu kvinnur verða betur umboðaðar í politikki, er neyðugt við hugburðsbroytingum, sigur Augusta

 

Sjónarmið

Augusta Mikkelsen



Altjóða kvinnudagurin 8. mars hevur verið. Vanliga fer hesin dagur stillisliga aftur um bak. Vit hava tað jú so gott og vit halda, at hetta við javnstøðu, bleiv ordna fyri okkum av teimum kvinnum, ið gingu kravgongu 8. mars í seksti og sjeyti árunum.

Og skulu vit hyggja at tilgongdini av ungum kvinnum í kvinnurørsluni, skuldu vit trú, at vit høvdu javnstøðu.

Men er hetta nú so? Hava vit javnstøðu?

Í einum fólkarættarligum samfelagi eiga bæði kynini at hava somu politisku makt. Makt er rætturin at taka avgerðir, eisini fyri onnur.

Eg fái meg illani at trúgva, at kvinnur ikki vilja verða við í hesum arbeiði. Men politiska gáttin hjá kvinnum er ógvuliga høg. Exit poll kanning gjørd í sambandi við kommunuvalið í fjør vísur, at 40 % av kvinnunum valdu kvinnur, meðan 15 % av monnunum valdu kvinnur.

Ongin letur við góðum vald frá sær, so skulu kvinnur verða betur umboðaðar í politikki, er neyðugt við hugburðsbroytingum.

Hetta arbeiði byrjar í politisku flokkunum. Men tað hendir neyvan uttan trýst frá kvinnum. Og neyðugt er ivaleyst at lóggeva á økinum eisini. Hví ikki lóggeva, at tað skulu verða líka nógvar kvinnur sum menn í Landsstýrinum?

Um vit hyggja at vinnulívinum og bankaheiminum sum heild, eru bara menn at fáa eygað á. Tí er heilt burturvið at tosa um, at vit hava javnstøðu í Føroyum. Her ber illa til at lóggeva, men tað er týdningarmikið at senda politisk signalir soleiðis, at ynskiligt er, at fleiri kvinnur mynda leiðandi størvini í vinnulívinum og í bankaheiminum.

Nógvir fordómar eru knýttir at hesum við kvinnum og monnum. Kvinnur og menn velja útbúgvingar og størv, ið passa best til teirra kyn. Hetta hóast ongar vísundaligar kanningar benda á, at serlig kynsbundin gen eru fyri hesum. Heldur er hetta ein spurningur um fyrimyndir og vanahugsan.

Her hava einstøku heimini og skúlin ábyrgdina av, at broyting kemur í. Og mín vón er, at áhugin og ikki kynið, skal verða stýrandi fyri okkara val av yrkisleið. Her er ynskiligt við broyting í fólkaskúlalógini, soleiðis at javnstøða er við í endamálsorðingini.

Tá vit tosað um javnstøðu og makt, ber ikki til at koma uttanum pengar. Og eg vanti, at tað vóru fleiri enn eg, ið vórðu skelkaðar av tølunum, ið komu fram í útvarpssendingini Føroyar í dag, har Bjørt Samuelsen viðgjørdi evni Kvinnur í Føroyum. Eg helt tað verða skelkandi at hoyra, at bert 13% av kvinnunum í Føroyum forvunnu meira enn 200.000,- krónur um árið. Er tað veruliga so galið, at flestu kvinnur í Føroyum enn eru fíggjarliga bundar at monnum?

Vit hoyra ofta, at menn missa við javnstøðu og at javnstøða verður sammett við kvinnustríð. Í flestu førum vil javnstøða gagna monnum og serliga vil hetta gagna børnunum.

Eitt samfelag við javnstøðu, ger m.a. at páparnir fáa meira samband við og størri ábyrgd fyri børnunum. Her kundu politikkarar gingið á odda og í lógini um barsilsgrunn, sum nú liggur í Tinginum, samtykt pápafarloyvi, ið skal nýtast av pápanum einsamøllum.

Tað eru næstan 7 ár síðan at javnstøðulógin bleiv samtykt. 7 ár í einum menniskjalívið er lang tíð, men í aldargamla stríðnum fyri at fáa kvinnum betri rættindi, eru 7 ár ikki lang tíð.

Men eg vanti ikki, at vit koma at uppliva tann dagin, at javnstøðulógin ikki longur er neyðug.

Sum skrivari í Javnstøðunevndini skal tað verða mítt ynski, at menn verða meira sjónligir í javnstøðuarbeiðinum. Og samstundis má eg spyrja, hvar allar tær ungu kvinnurnar eru, ið fingu javnstøðu í vøggugávu. Hvar eru tær? At enda er ynski mítt, at kvinnur framyvir eisini verða sjónligari í fjølmiðlunum.