Andras Restorff
art@kallnet.fo
-------
Læran um at Gud ræður ella loyvir øllum sum hendir, er vanlig at hoyra í dag.
Sagt verður at einki kann henda uttan at Gud vil tað ella hevur loyvt tað, bæði gott og ringt.
Um hetta er so, so hevur Gud skyldina í øllum tí ringa sum hendir í heiminum, tað verið seg sjúkur, deyði, kríggj, forfylging, terrorisma osfr.
Men er hetta nú so? Hvat sigur bíblian?
Valdið á jørð var givið til menniskja
Ja, Gud hevur tað hægsta valdið í universinum, eingin hevur størri myndugleika og kraft enn hann. Hansara yvirorðnaða ætlan fer at henda, um t. d. afturkomu sína. Men tað merkir ikki at hann at stýrir øllum sum hendir í heiminum og í okkara lívi. Hvussu ber tað til? Tí Gud hevur givið menniskjum myndugleika og frælsi til sjálvi at taka avgerðir. Tað lesa vit t.d. um í 1. Mós. 1, 28: Og Gud signaði tey (menniskjuni). Gud segði við tey: »Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!«.
Ein stjórn hevur eisini hægsta vald (suverenitetin) í tí landinum tað situr í, og kann gera lógir ímóti kriminaliteti. Men tað merkir ikki at borgararnir í landinum altíð vilja fylgja hesum lógum.
Vit hava valið til at fylgja Guds ætlan fyri okkum
Í Jeremia 29,11 stendur soleiðis: »Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.« Altso, Gud hevur bert góðar ætlanir fyri hvørt einstakt menniskja. Men eisini her ráða vit menniskju fyri um vit vilja fylgja Guds góðu ætlan fyri okkum. Tað hendir ikki »automatiskt«. Eitt dømi uppá hetta lesa vit um í 5. Mós. 30,19: »Eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum, at eg havi lagt fyri teg lívið og deyðan, signingina og bannið - vel tí lívið, so tú og avkom títt kunnu liva!«.
Somuleiðis er tað eisini Guds vilji fyri okkum at vit øll skulu blíva frelst. Hann vil ikki at nakar skal fortapast.
Hetta kunnu vit lesa um fleiri støð í bíbliuni, t.d. 2. Pætursbræv 3,9: »Harrin er ikki seinførur við lyftinum - tóat summi halda tað vera seinføri - nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending«.
Merkir tað so at øll menniskju blíva frelst? Tíverri nei. Jesus sigur í Matt. 7,13-14: »Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann«.
Hvussu ber hetta nú til at menniskju glatast tá nu Gud vil at vit øll skulu blíva frelst? Tí menniskja hevur fingið rættin til at velja sjálv. Í hesum føri valið til at trúgva á Jesus Kristus. Ella at lata vera.
Hví hendir so nógv ringt í heiminum?
Um tað var Guds vilji ella at hann hevur givið loyvi til hetta, so eiga tey sum meina hetta ikki at stríðast ímóti hesum »gudgivnu« ólukkum. Hevur tú fingið kreft, so lat vera við at fara til læknan. Tað er jú Guds vilji at hetta skuldi henda«. Hví geva neyðhjálp til Haiti? Guð hevur jú loyvt jarðskjálvtanum at henda, og skulu vit tí lata hansara »vilja« henda til evsta mark.
Vónandi síggja øll at hetta er heilt burturvið. Tað er als ikki í samsvar við Hansara ætlanir fyri friði fyri okkum.
Men um tað ikki er Gud og heldur ikki onnur menniskju (í hesum føri), hví henda slíkar vanlukkur so?
Tí tað vald ið Gud gav menniskja, var givið víðari til djevulin. Tá menniskja í Eden valdi at vera djevlinum lýðin, gav hon hetta valdið til hann. Rómbrævið 6,16 sigur: »Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd - til deyða - ella hjá lýdni - til rættvísi - ?«.
Djevulin var ein eingil settur í Eden fyri at tæna menniskju, men hesin valdi - ímóti Guds vilja og ætlan - at gera uppreistur ómóti Gudi og seta seg sum harra yvir heimin og menniskja. Hetta kalla vit syndafallið - skilnaðurin millum Guð og menniskja.
Tá Jesus møtir djevulin í oyðimørkini, staðfestir hann sjálvur at hann hevur fingið hetta valdið.
»Og Djevulin segði við Hann: »Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil«. Lukas 4,6.
Og djevulin vil okkum alt ilt. Jesus ávarar okkum í Johs. 10,10: »Tjóvurin (djevulin) kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð«.
Út frá hesum versinum burdi tað verið greitt fyri einn og hvønn hvør ið stendur aftanfyri alt ilt.
Um Guð hevur givið djevulin loyvi til at gera okkum ilt, hví hava vit so fingið boð at standa honum ímóti?
»Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!« Ják. 4,7.
Og hví hevur Gud hevur álagt okkum at hava dómsvald og løgreglu til at døma og revsa tað illa? (Róm 13,1-5).
Kunnu vit gera nakað?
Inntil Jesus kemur aftur, vil tað vera óndskapur í heiminum. Sum kristin eru vit serliga í vanda fyri álopum djevulsins: » - Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt« 2. Tim. 3,12.
Jesus hevur við sínum deyða vunnið valdið aftur frá djevulin, og givið tað til sína kirkja (tey trúgvandi).
Tí hava vit vald og myndugleika til at standa djevulin og hansara óndskapi ímóti, sum Jákupsbrævið 4,7 sigur.
Leysliga endurgivið frá Andrew Wommack Ministries, www.awmi.net









