Skráin umfatar røður, felagssang, tónleik og skemt. Javnaðarflokkurin leggur dent á, at øll eru vælkomin til tiltakið. Jóannes Eidesgaard, Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen, John Johannessen og Kristian Magnussen fara at halda røður. Vilhelm Johannesen og Henrik Old fara at undirhalda við skemtiligum søgum úr tinginum og av Gamla Apoteki. Harumframt verður møguleiki fyri at hitta øll tey nýggju valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi. Tey eru Ann-Elisabeth Joensen, Hilmar Augustinussen, Óluva Niclasen, Ingrid Henriksen, Aksel Johannesen og Maria Hammer Olsen. ValCafé’in verður í hølunum hjá Javnaðarflokkinum á Áarvegum fríggjadagin kl. 20.