Valborg Heinesen, sum er ein av okkara bestu kvinnuligu rennarum, rann í gjár eitt maraton.
Valborg rennur fyri liðið Sparta, og í gjár luttók hon í DM í maraton í Odense. Kappingin byrjaði kl 9 í gjáramorgunin, og hjá Valborg gekk tað betur enn nakrantíð áður.
Valborg Heinesen rann teir 42 kilometrarnar uppá 2 tímar og 49 minuttir, sum má sigast at vera ein framúr góð tíð. Tað tryggjaði henni eitt triðja pláss í Danmarkskappingini, hon setti persónligt met og hevur harumframt eisini tikið føroyska metið.
Myndin er tikin av facebook profilinum hjá Valborg, og er tikin beint eftir at kappingin var av.