Valborg gull og Marni bronsu

Tað gjørdist ein góður dagur fyri frælsan føroyskan ítrótt í gjár.

 

Hann byrjaði við, at Øssur Debes Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi og endaði við, at Marnar Djurhuus vann bronsu í renning á 10.000 metrum hjá monnum. Men harímillum gjørdi Valborg Heinesen tað bragd, at hon vann gull í somu rennikapping hjá kvinnum.

 

Hetta var fyrsta ferðin, at Valborg Heinesen bjóðaði av á Oyggjaleikum á hesum teininum, og tað gjørdi hon so væl, at hon kom á mál um 13 sekund skjótari enn nummar tvey. Tíðin hjá Valborg Heinesen var 38.01,20 minuttir. Tí livdi hon væl og virðiliga upp til vónirnar, sum vóru settar til hana áðrenn dagurin byrjaði, tá mett var, at Valborg Heinesen ivaleyst var besta vón føroyinga um eitt heiðursmerki í frælsum ítrótti.

 

Gail Griffith av Isle of Man gjørdist nummar tvey við tíðini 38.14,62 og á triðja plássi kom Ashley Estwanik av Bermuda, sum hevði tíðina 38.47,61.

 

Hetta er fyrstu ferð síðan leikirnar á Guernsey í 2003, at føroyskur frælsur ítróttur vinnur gull, og tí var fagnaðurin í føroyska hópinum øgiligur.

 

Hjá monnunum vann Marnar Djurhuus bronsu á 10.000 metrum.

 

Marnar Djurhuus vann eisini bronsu á oyggjaleikunum seinast, og spurningurin var, um hann hesaferð fór at klára at halda fast við tað heiðursmerki. Tað gjørdi hann við einum sløkum hálvum minutti aftur til nummar fýra .

 

Tað var Kevin Loundes av Isle of Man, sum vann gull við tíðini 32.13,07 og hann var ein góðan hálvan minutt frammanfyri Thomas Fay av Orkney, sum hevði tíðina 32.43, 79. Tíðin hjá Marnar Djurhuus á triðja plássi var 33.14,40.

 

Myndatekstur: Valborg Heinesen var smílandi áðrenn kappingin byrjaði, og tað hevði hon so sanniliga eisini, tá kappingin var liðug. Tí tá hevði hon vunnið sítt fyrsta gullmerki, og tað fyrsta til frælsan føroyskan ítrótt á Oyggjaleikum síðan Guernsey 2003

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya