Valastovnur til nógv endamál

Bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, róstu byggingini, sum á nógvar mátar er sermerkt

Tað var eitt rættiliga vælmannað lið av fólki, ið kom út til Nólsoyar fríggjadagin at verða við til móttøkuna, sum býráðið skipaði fyri í nýggja barnagarðinum, sum hevur fingið navnið Látrið.

Eisini nólsoyingar nýttu høvið at síggja hendan sermerkta bygning.

Fyrstur bjóðaði Heðin Mortensen vælkomin, og nýtti hann høvið at nevna, hvussu væl hølini eru egnað til onnur tiltøk enn júst barnagarð. Hann vísti á, at hølini eru sum skapt til framsýningar, og helt borgarstjórin, at tað hevði verið ógvuliga hóskandi, at skipa so fyri, at málningar hjá Steffani Danielsen fingu pláss at hingi í hølunum.

Og í so máta var tað ógvuliga hóskandi, at gávan frá býráðnum til stovnin var ein málningur, sum Heðin Mortensen handaði leiðaranum á Látrinum, Lis Nolsø.

Tað var eisini ógvuliga passandi til eitt slíkt tiltak úti í Nólsoy, at tað var kendi nólsoyingurin, Kim Hansen, sum spældi og sang til hesa hugnaligu løtuna. Serliga hugaligt var tað, tá hann saman við barnagarðsbørnum á stovninum sang ein sang.

Annars var tað Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, ið greiddi frá arbeiðinum at gera barnagarðin heilt frá projektering til endaliga úrslitið.

Tað var 18. Mars i 2005, at arbeiðið varð boðið út í almennari heildararbeiðstøku, og inn komu sjey tilboð. Síðani var at finna fram til, hvør kundi byggja besta stovnin fyri framman undan fastsetta prísin upp á sjey milliónir.

 

Sólarhiti

Ein dómsnevnd varð sett at meta um innkomnu tilboðini, og í henni sótu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Thomsen, fyrrverandi borgarstjóri í Nólsoy, Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri og Mikael Viderø, býararkitektur. 7. Juni 2005 var so gjørt av at taka við tilboðnum hjá Hans V. Lützen, sum ljóðaði upp á 6,992 milliónir.

Ein bygginevnd var so sett at fylgja við arbeiðinum, og í hana komu Katrin Petersen, ið seinni mátti siga seg úr nevndini vegna sjúku, og í hennara stað kom Frígerð Sundsskarð, Michael Jacobæus, Tina Johannesen og Bogi Simonsen.

Byggingin dró nakað longri út enn ætlað var, men fyrr í mánaðinum var so klárt at flyta inn, og barnagarðurin hevur verið í nýtslu í eina tíð, nú móttøkan var.

Eitt annað – og eisini rættiliga áhugavert – sum Hildur Eyðunsdóttir nevndi, var serliga upphitingarskipanin, sum fyri part fer fram við sólorku. Tað eru settir upp 14 sólfangarar, hvør upp á tríggjar fermetrar, ella 42 fermetrar tilsamans. Hesir hita so vatnið í skipanini upp soleiðis, at upphitingin við olju verður munandi minni.

Hetta verður eisini gjørt í sambandi við at stuðla upp undir Nólsoy sum grøna oyggj, segði Hildur Eyðunsdóttir.

Eisini Maud Hansen, næstformaður í Pedagogfelagnum og sjálv nólsoyingur, bar fram heilsan felagsins vegna, eins og leiðari Lis Nolsø takkaði fyri stóra áhugan og nógvu góðynskini.

Síðani fingu gestir og børn eina fittliga løtu við kaffi, saft og køkumanni.