Valabók um lundaveiði

Á fyrsta sinni yvirhøvur kemur nú ein bók, ið lýsir allar tættir í føroyskari mentan, knýttir at føroyska sermerkinum ? lundanum Jens-Kjeld Jensen -fuglafrøðingurin í Nólsoy- hevur við einum lætt fatiligum máli tikið samanum tríati ára royndir, kanningar og vísindaligar greinir um hendan fugl, ið hevði ein sera týðningarmiklan lut í gamla føroyska samfelagnum

Bókin, ?Lundefangst - en fangstdag på Nólsoy?, er samstundis skrýdd við eini langari røð av bæði gomlum, nýggjum og sjáldsomum myndum, ið lýsa livikor lundans í Føroyum. Myndirnar sýna eisini handfaring okkara -eitt nú veiðihættir- gjøgnum fleiri hundrað ár av hesum vælsmakkandi og føðslugóða fugli.

Í bókini ber til lutvís at lesa um, hvussu ið ein fleygastong verður gjørd, um fleygarættindini, um gomul og nýggj mát, um lundastovnin, Urðina i Nólsoy og um støðuna hjá føroyskum búfugli.

- Í mongu árum mínum her í Føroyum havi eg savnað eina rúgvu av upplýsingum um lundan og ta siðbundnu nýtslu , sum føryska samfelagið hevur fingið av hesum týðandi tilfeingi. Fyri nøkrum árum síðani fekk eg tað hugskot, at savna hetta í bók, so at ikki bert serfrøðingar -men eisini tey uttan serligan forkunnleika- kunnu fáa eina vitan um tey spennandi og áhugaverdu fyribrigdi í føroysku náttúruni, ið eru knýtt at lundanum,? sigur Jens-Kjeld Jensen.

Og hann leggur áherðslu á, at ein orsøkin er aftrat til, at hann hevur skrivað bókina:

?Og tað er, at lundin er um at hvørva. Innsavningin av hagtølum um fuglin hendur í seinastu løtu, og skal lundin yvirliga sum eitt av sereyðkennum Føroya, so má hann friðast,? sigur Jens-Kjeld Jensen.

Meiri í Sosialinum mánadagin