Nær væntar tú valið verður?
Eg arbeiði til 19. januar. Í politikki kann man ongantíð siga nakað við fullari vissu, men sum útgangspunkt arbeiði eg til 19. januar.
Nær heldur tú, at val skal verða?
19. januar.
Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?
Eg vil lýsa hana stutt við trimum orðum: Hugalig, avbjóðandi og spennandi.
Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?
Eg vænti nokk eitt tað besta kjakið um kommunala bygnaðin og burðardygga fiskivinnu, vit nakrantíð hava havt.