Val um sameining verður í dag

Fólk í seks kommunum fara í dag at atkvøða um samanlegging

Atkvøðugreiðsla

Í dag hava fólk í tilsamans seks kommunum høvi at atkvøða um sameining ella samanlegging. Talan er um at leggja saman Haldórsvíkar kommunu, Hvalvíkar kommunu, Saksunar kommunu, Hósvíkar kommunu, Sunda kommunu og Gjáar kommunu.
Ein sameiningarbólkur hevur sitið í umleið eitt ár og lagt arbeiði til rættis. Bólkurin hevur verið umboðaður við tveimum fólkum úr hvørjum kommunustýri.
Seinastu tíðina hava borgarafundir verið í øllum kommununum, og at enda hevur eisini ein felags fundur verið í Eydnuni á Oyrarbakka.
Væl av fólki hevur verið á borgarafundunum, og tá ið fundurin var í Eydnuni á Oyrabakka, 29. apríl, var húsið fullsett.
Valið, sum fer fram í dag, verður á vanligu valstøðunum í øllum seks kommununum, og valhølini eru opin frá kl. 10-14 og 16-20.
Skal valið verða gyldugt, krevst vanligur meiriluti í hvørji kommunu sær, og kommunurnar skulu umboða í minsta lagi 70% av samlaða fólkatalinum.

Sunda kommuna er
størst og avgerandi

Av kommununum í ætlaðu samanleggingini, er Sunda kommuna størst við 32% av fólkatalinum, næst kemur Hvalvíkar kommuna við 25%, á triðja og fjórða plássi Hósvíkar-og Haldórsvíkar kommuna við 18% hvør, síðan Gjáar kommuna við 4% og at enda Saksunar kommuna við 2% av samlaða fólkatalinum.
Í Sunda kommunu eru bygdirnar, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri. Skal samleggingin hava nakra meining, meta tey, sum sita í sameiningarbólkinum, at Sunda kommuna eigur at verða við, tí annars verður gloppið ov stórt millum bygdirnar. Tað er Sunda kommuna, sum bindir økið saman í eina heild.
Eiðis kommuna er ikki við í ætlaðu samanleggingini.
Atkvøðugreiðslan í dag er søgulig á tann hátt, at atkvøtt verður í seks kommunum um samanlegging.