Val til eldraráðið nærkast

Val til eldraráðið í Tórshavnar kommunu verður í heyst og seinasta freist at velja er 18. oktober. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

 

Tey, ið kunnu velja og stilla upp sum valevni eru borgarar í Tórshavnar kommunu, sum eru eldri enn 60 ár á valdegnum.


Um tú ætlar at stilla upp sum valdni skal ein fráboðan latast inn á snarskivuni í seinasta lagið 15. september. Neyðugt er at hava fimm stillarar.  


Um eldráðið í Tórshavnar kommunu:


Eldraráðið hevur týðandi uppgávu at ráðgeva býráðnum og býráðsumsitingini í øllum eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er eisini at tryggja, at tey eldru verða hoyrd og hava ávirkan á viðurskifti, sum viðkoma teimum, og at teirra vitan og royndir verða gagnnýttar mest møguligt.

Valskeiðið er fýra ár. Veljast skulu fimm limir og fimm varalimir. Til seinasta val var vallutøkan umleið 59%.