Val í Saudiarabia í apríl

Myndugleikarnir í Saudiarabia kunngera nú, at teir hava ætlanir um at skipa fyri kommunuvali í næstum. Eygleiðarar tulka kunngerðina sum tað fyrsta tekinið um, at tað konservativa kongadømið hevur valt at fremja nakrar politiskar nýskipanir orsakað av rembingunum í Miðeystri og Norðurafrika í seinastuni.

-Fyrra umfar av valinum verður tann 19. mai í 1432, stendur á einari heimasíðu hjá myndugleikunum. Hendan dagfestingin er úr tí islamska kalendaranum og svarar til 23. apríl í ár eftir okkara tíðarfesting.

Kunngerðin sigur ikki, hvørt kvinnur sleppa at atkvøða ella at stilla upp ella ikki.

Fyri fimm árum síðani var fyrra umfar av kommunuvali í Saudiarabia. Valið var tað fyrsta í 40 ár, men tað bleiv ikki fullført, tí myndugleikarnir avlýstu tað seinna valumfarið.

Í 2005 sluppu kvinnurnar ikki at stilla upp, og tær sluppu heldur ikki at velja.