Støðan er sera spent í Pakistan, har tjóðartingsval er, hóast fleiri flokkar boykotta valið Myndugleikarnir hava sent túsundtals løgreglumenn og hermenn út á gøturnar at forða fyri ófriði á valdegnum.
Í gjár doyðu næstan 50 fólk, og meiri enn hundrað fingu skaða í einari sjálvmorðsatsókn at einum valfundi í Parachinar stutt frá afghanska markinum.
Viðhaldsfólk hjá teimum báðum fyrrverandi forsætisráðharrunum Benazir Bhutto og Navaz Sharif hava ikki álit á valmyndugleikunum. Tey siga, at myndugleikarnir fara at falsa úrslitið, so tað kemur flokkinum hjá Pervez Musharaf, forseta til gagns.










