Tað ljóðar, at Tjóðveldi umhugsar at reisa misálitisuppskot á løgmann á tingfundinum í dag, tí løgamður ætlar at seta Johan Dahl til fiskimálaráðharra. Umboð fyri Tjóðveldi hava fyrr týðuliga sagt, at tey ikki hava álit á Johan Dahl, landsstýrismanni. Sambært útvarpinum í morgun, so hóttir Tjóðveldi við at reisa misálitisuppskot á løgmann, um hann fer at gera, sum hann skal hava boðað tingfólkum Sambandsfloksins frá í gjár, at seta Johan Dahl at umsita fiskivinnumál, og harvið byrja tilgongdina at leggja saman vinnumál og fiskivinnumál.
Johan Dahl hevur fyrr volt høvuðbrýggj, og varð hann í 2004 koyrdur frá sum landsstýrismaður eftir bert trimum vikum, tí Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður ikki helt seg hava álit á honum.
Tingfundur verður klokkan 11. Verður eitt misálitisuppskot reist, so skal tað viðgerast fyrst á tingfundinum