Meiri enn 46 milliónir iranar hava atkvøðurætt á forsetavalinum í dag Valhølini lótu upp klokkan hálvgum fimm okkara tíð, og tíðindastovurnar skriva, at nógv fólk stóðu uttanfyri og bíðaðu. Eygleiðarar vænta eisini, at valluttøkan verður tann størsta, síðani Iran bleiv skipað sum lýðveldi fyri 30 árum síðani.
Fýra menn stilla upp hesaferð, og alt bendir á, at dysturin stendur millum verandi forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, og fyrrverandi forsætisráðharran Mir Hossein Mousavi. Tann seinni verður roknaður sum nýskipanarhugaður og fær serliga stuðul frá teimum yngru.
Fær einki valevni meiriluta í dag, verður umval í næstu viku.