Í dag er tjóðartingsval í Hvítarusslandi, men í veruleikanum er tað ikki nakað veruligt val, tí teir báðir størstu andstøðuflokkarnir taka ikki lut í valinum. Teir hava eisini fyri mælt teimum 9,5 milliónum veljarunum frá at fara á val.
Andstøðuflokkarnir vísa millum annað á, at valmyndugleikarnir gera stóran mun á andstøðuni og flokkinum hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta. Eitt nú er tað sera trupult hjá andstøðuni at fáa síni valevni góðkend. Til undanfarin val hevur tað verið valigt, at 20 prosent av valevnunum hjá andstøðuni blivu góðkend ímóti 99 prosentum av valevnunum hjá flokki forsetans.
Eygleiðarar í Hvítarusslandi siga, at tað er ikki vist, at valið verður avgjørt í valhølunum í dag , men heldur í kvøld, tá valstýrini, sum flokkurin hevur Lukasjenko hevur mannað, fara at telja.
Valhølini lata aftur í kvøld klokkan seks okkara tíð.