Fyri at føroyska samfelagið kann verða meira støðugt og trygt, hevði verið best, um tingið var sitandi í fýra ár, uttan møguleika at senda fólk á val í úrtíð. Tey, sum verða vald inn á ting, skulu hava skyldu til at verða sitandi í eitt fýra ára skeið.
Val átti heldur ikki at verið í januar, tí móti jólum skal fíggjarlógin verða klár, samstundis sum valstríðið longu er byrjað. Slíkan ruðuleika kann Føroya Løgting ikki bjóða borgarunum. Og tað er heldur eingin orsøk til, tí hetta kann alt broytast. Men tað vísir seg fyri mær, sum nøkur tingfólk síggja ein fyrmun í at skapa ruðuleika, tí tá er lættari at fáa mál ígjgøgnum, sum annars ongan møguleika høvdu at verið samtykt.
Fíggjarlógin
Fíggjarlógin skuldi verið framløgd seinasta framløgudag í mars, ístaðin fyri um heystið. Sum nú er, verður fíggjarlógin samtykt seinast í árinum, og tað vil siga, at almennu stovnarnir kenna ikki sína játtan, til komandi árið, fyrrenn við árslok. Mínar royndir frá tingarbeiðinum eru, at tað er serstakliga ópraktiskt at hava fíggjarlógarviðgerðina heilt inn í jólini, og enntá, við hvørt, millum jóla og nýggjárs.
Eitt valdømi
Skal Føroyar gerast til eitt valdømi, má javnvág vera í og størri ábyrgd leggjast út til kommurnar samstundis - og sjálvsagt eisini broyting í býti av skattinum millum land og kommunur.
Fáa kommurnar størri ábyrgd og sjálvræði, síggi eg ongan vanda í einum valdømi. Tvørturímóti fáa vit dynamiskar kommunueindir, har tað verður ein størri avbjóðing enn í dag at vera kommunalpolitikari. Síðani fáa vit eitt løgting, sum ístaðin fyri lokalpolitikk, fer at føra landspolitikk.
Tað er eingin ivi um, at Skal Føroya Løgting virka betur enn í dag, er neyðugt við fleiri broytingum, bæði í vallóg og stýrisskipan.