Vaktarskipini sleppa helst at sigla

Mangt bendir á, at tingfólk ikki ætla, at vaktar- og bjargingarskipini skulu leggjast í septembr. Meirilutin í fíggjarnevndini hevur broytingaruppskot um at játta fleiri pengar til olju til vaktarskipini

Tað segði Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, við Rás2 fyri løtu síni.

Sostætt er líkt til, at politiski myndugleikin kortini ætlar, at Føroyar skulu hava bæði bjargingar- og vaktarskip aftan á september.

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, hevur annars boðoð frá, at um fíggjarlógaruppskotið varð samtykt, so vórðu Tjaldrið og Brim løgd við bryggju í september. Hann fór enntá so langt sum at siga, at so var helst rættast at selja skipini og leita okkum hjálp frá donsku verjuni.

Men hetta sær nú kortini ikki út til at verða neyðugt, um løgtingi samtykkir broytingaruppskotið frá samgonguumboðnum í fíggjarnevndini.