Í eini grein í Dimmalætting og Sosialinum 12.02.99 las eg, at Johan Dalsgaard ikki fann seg í at vera við til at gjalda 40 mill. kr. í meirkostnaði til eitt vaktarskip.
Hetta er ikki fyrstu ferð, skrivað verður um evnið.
Tað er undrunarvert, at fólk kunnu hugsa so lítið.
Eitt skip, sum landsstýrið skal byggja í Føroyum fyri 120 mill. kr. ella 40 mill. kr. meira enn uttanlands, kemur ikki at kosta landskassanum 120 mill. kr.
Kostar skipið 80 mill. kr. uttanlands, ja, so skal landskassin av við hesar 80 mill. kr., stuðul íroknaður í viðkomandi landi.
Verður hinvegin bygt í Føroyum, fær landskassin aftur avgjøld av: tilfari, útstýri, skattakrónum av arbeiðslønum o.a.
Harafturat gevur tað arbeiði til føroyskar hendur, samstundis sum stuðulin úr ALS verður minni til nøkur fólk í hálvtannað ár. Alt í alt kemur skipið ikki at kosta landskassanum meira enn einar 85-90 mill. kr.
Tað er sjálvsagt, at landsstýrið gongur á odda, har tað lønar seg, tí tað er tað landsstýrið vil, tá ið hugsað verður um aðrar vinnur.
Her er nakað spinnandi galið, skrivar J. D., at føroyingar ikki kunnu byggja í Kina, tá ið feløg í øðrum londum kunnu byggja har.
Her hava J. D. og onnur við honum misskilt støðuna.
Tá tað er talan um privat feløg bæði í Føroyum og uttanlands er sjálvsagt, at bygt verður har tann veruligi kostnaðurin er minst, tí hjá privatum feløgum eru tað ongar beinleiðis og óbeinleiðis skatta- og avgjaldskrónur, sum rulla í kassan av tí, at skipið er bygt í heimlandinum.
Tá talan er um tað almenna skulu allar skatta- og avgjaldskrónur trekkjast frá og harafturat aðrar samfelagsligar ávirkanir takast við, fyri at finna tann veruliga kostnaðin um bygt verður í Føroyum. Møguliga verður kostnaðurin umleið tann sami.
Tá ið so útvarpið nú ein dagin kemur við teimum boðum, at skipið kann byggjast í Noregi fyri einar 95 mill. kr. og í Føroyum fyri 118 mill. kr. og við øllum skatta- og avgjaldskrónum, og øðrum samfelagsligum ávirkanum, kostar skipið umleið 110 mill. kr., t.v.s. 8 mill. kr. í afturberingum, ljóðar hetta langt úti í mínum oyrum.
Eitt er givið, at tað enda eini 75 oyru av hvørjari tjentari krónu aftur í landskassanum so ella so, umframt allar aðrar afturberingar og ávirkanir.
Harafturat kann tað geva útlendingum áhuga at byggja í Føroyum, tá teir vita, at føroyingar halda skipasmiðið viðlíka, tað gevur so aftur krónur í landskassan.
Alt hetta vísir bara, hvussu vánaligir ráðgevararnir eru, sum ráðgeva landsstýrinum, og hvar orðið løtuvinningur kemur til sín rætt.
Eitt er givið, at hugtakið »uppá longri sikt« duga nú allir í landsstýri og løgtingi at siga, men fáir vita, hvat tað merkir.
Í síni tíð varð »Tjaldrið« bygt í Noregi, tað man vera ljótasta sveisingararbeiði, sum er á nøkrum skipi, og tað skal ikki undra meg, at tær flestu sveisingarnar so við og við eru gjørdar umaftur í Føroyum.
D. Danielsen
P.S. Tey nýggju donsku vaktarskipini eru bygd í Danmark.