Vaktarskifti innan fólkaskúlan

Olaus Jespersen verður nýggjur stjóri á fólkaskúladeildini í mentamálastýrinum, nú Hensar Ellingsgaard leggur frá sær eftir 43 ára tænastu innan fólkaskúlan

 

Mánadagin hevði Niels Olaus Kristian Jespersen sín fyrsta starvsdag sum stjóri á fólkaskúladeildini í mentamálastýrinum. Olaus Jespersen er 50 ára gamal og er ættaður úr Hovi.

Hann kom úr starvinum sum fulltrúi á lønardeildini á fíggjarmálastýrinum.

Olaus er ikki ókendur í fyrisitingini innan fólkaskúlan. Hann fekk prógv á Føroya Læraraskúla í 1975, og hann arbeiddi sum lærari til 1986, tá hann fór at arbeiða í umsitingini. Hann gjørdist tá undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini, sum nú er undir mentamálastýrinum.

Olaus kemur sostatt aftur á arbeiðsplássið, har hann hevur starvast í trettan ár, áðrenn hann fór í fíggjarmálastýrið at arbeiða. Starvið hjá Olausi á fíggjarmálastýrinum skal Snorri Fjalsbak, sum hevur verið lærari á Studentaskúlanum, røkja framyvir.

Fimm umsóknir vóru til starvið sum stjóri á fólkaskúladeildini á mentamálastýrinum.


Hensar gevst

Hensar Ellingsgaard hevur starvast í skúlaverkinum í samfull 43 ár, nú hann hevur lagt frá sær fyri aldur.

Í 1981 fór Hensar at arbeiða á Landsskúlafyrisitingini sum námsfulltrúi. Í 1986 gjørdist hann landsskúlastjóri og í 1998 stjóri á fólkaskúladeildini í mentamálastýrinum. Hann byrjaði sum lærari á Viðareiði, áðrenn hann flutti til Sørvágs, har hann bleiv skúlastjóri, sum var hansara starv frá í tíggju ár inntil 1981.

Hensar Ellingsgaard hevur veruliga sett sín dám á føroyska skúlaverkið, nú hann hevur arbeitt innan fyrisitingina í tjúgu ár. Tað var Hensar, sum setti á stovn skúlastýri fyri allar skúlarnar. Hetta var fyri at geva foreldrum møguleika at hava ávirkan á skúlan.