Vaktarskifti í triðstørstu kommunu

Mánamorgunin var lítil hugnaløta á kommunuskrivstovuni í Saltangará í samband við vaktarskiftið.

Mánamorgunin 4. januar var lítil hugnaløta á kommunuskrivstovuni í Saltangará í samband við, at Tórbjørn Jacobsen avloysti Magnus Rasmussen sum borgarstjóra í Runavíkar kommunu á nýggjárinum. 



 

- Komandi og farandi borgarstjórarnir hildu røðu fyri starvsfólkunum í fyrisitingini. 

Magnus Rasmussen hugleiddi um sjey ára skeiðið sum borgarstjóri og nevndi ymiskt forvitnisligt, sum hann hevur upplivað hesi árini og í sínum starvslívi annars.

 

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu veit at siga, at Tórbjørn Jacobsen, sum nú er borgarstjóri, greiddi frá yrkisleið síni, og hvussu hann ætlar sær at skipa arbeiðið sum borgarstjóri komandi árið.