Vaktarmaðurin rann aftan á tjóvinum

Ein maður royndi at stjala fløggini hjá SMS - men tað gekk ikki.

 

Tá ið vaktarmaður hjá SMS fór at vinda tey føroysku fløggini í SMS á stong í gjáramorgunin, fekk hann ein hvøkk.

Tí beint, sum hann skuldi fara undir arbeiðið, kom ein maður rennandi framvið og ripti øll fløggini frá vaktarmanninum, og helt til rýmingar.

Men vaktarmaðurin gjørdi ikki mætari enn at halda aftan á, og jagstranin endaði við, at maðurin tveitti fløggini frá sær, og slapp sær til rýmingar.

So av tíggju fløggum, sum vórðu stolin, fekk hann tey níggju aftur. Men løgreglan veit, hvør tjóvurin var og hann kann vænta sær at fáa løgregluna á gátt ein av fyrstu døgunum.

Løgreglan hevur síðani eisini upplýst, at hetta málið endar við eini skuldseting um harðskap, men tey hava ikki fleiri upplýsingar í løtuni, heldur ikki um, hvør tað er, sum er skuldsettur.