Heilsumyndugleikarnir í USA arbeiða við einari ætlan um at koppseta 11-12 ára gamlar dreingir við HPV-vaksinu. Hetta er sama vaksina, sum gentur fáa fyri at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba. Amerikanararnir halda, at vaksinan kann fyribyrgja fleiri sløgum av endatarmskrabba og krabbameini í munnholuni og mandlunum.
Tað er ikki greitt enn, at danska heilsuverkið fer at gera, sum tað amerikanska ætlar. Ein treyt er, at myndugleikarnir í Evropa skulu góðkenna vaksinuna, og tað kann taka drúgva tíð, sigur Thea Kølsen Fischer, sum er deildarlækni hjá danska heilsustýrinum.
Hon leggur afturat, at tað er so stórur munur á tí amerikanska heilsuverkinum og tí danska, at tað ber ikki rættiliga til at samanbera viðurskiftini. Eitt nú verða millum 80 og 90 prosent av gentunum í Danmark vaksineraðar ímóti lívmóðurhálskrabba, men í USA er talið munandi minni.