- Eg dugi ikki at síggja, hvar verður betri av at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í morgun var fundur í Heilsumálaráðnum, har umboð fyri allar flokkar, umframt landslæknin, stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tosaðu um møguleikarnar fyri at leggja øll tey trý sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu.
Hetta er í samsvari við menningarætlanina fyri Heilsuverkið, sum varð løgd í summar.
Heri Ellingsgaard var sjálvur við í arbeiðnum at gera menningarætlanina, men tað var ein avmarkaður verkætlanarbólkur, sum skrivaði tilmælini í sjálvari menningarætlanini útfrá teimum samrøðum, sum høvdu verið í arbeiðsbólkinum.
Heri Ellingsgaard var ikki við í verkætlanarbólkinum, sum skrivaði tilmælini í menningarætlanini, og hann vil heldur ikki kennast við tilmælið um at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Tað ger hann ikki, tí hann er ímóti, at øll sjúkrahúsini verða løgd undir eina leiðslu.
Hann sigur, at tað dylist ikki, at á Landssjúkrahúsinum eru tað nógvir læknar, og leiðslufólk annars, sum eru av teirri áskoðan, at tey smáu sjúkrahúsini eiga at verða niðurløgd. Serliga halda tey, at Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at verða niðurlagt, ikki um at tala nú koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin.
- Eg dugi ikki at síggja, at teirra áskoðan fer at broytast, tá ið ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini verður miðsavnað á Landssjúkrahúsinum í Havn, sigur Heri Ellingsgaard.
Tískil stúrir hann fyri, at verður alt lagt undir eina leiðslu, fara tey smáu sjúkrahúsini at verða niðurlagað, inntil tilverugrundarlagið heilt er tikið undan teimum.
Hann vísir á, at serlæknarnir verða eisini ein partur av skipanini, og hann stúrir fyri, at ovasti leiðarin fyri Heilsuverkið sleppur ikki undan at lata seg ávirka av teimum.
- Vit kunnu hugsa okkum eina støðu, har sparingar skulu setast í verk. Tá er fryktandi fyri, at ein felags leiðsla á Landssjúkrahúsinum fer fyrst og fremst at leita eftir sparingum á smáu sjúkrahúsunum fyri at sleppa undan at raka sín egna stovn í Havn, heldur stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tískil heldur hann, at tey trý sjúkrahúsini skulu varðveita hvør sína leiðslu.
- Eg síggi ikki, hvat verður betri av at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Tvørturímóti heldur hann, at vaksin fólk eiga at kunna samstarva og tí eigur tað at bera til hjá teimum trimum sjúkrahúsunum at samstarva, hóast tey hava hvør sína leiðslu.
Hann sigur, at á nógvum økjum er samstarvið gott. Men hann ásannar eisini, at tað haltar á ávísum økjum, men tað eiga tey, sum vaksin fólk, at fáa í rættlag, uttan at broyta leiðslubygnaðin.