Vaksandi vindur og ælaveður í dag

Veðurstovan DMI roknar við, at tað verður meiri vindur og ælaveður seinni í dag


Veðurstovan DMI roknar við, at tað verður meiri vindur og ælaveður seinni í dag.

Fyrrapartin verður tað 5-10 m/s av suðri og landsynningi, skiftandi skýloft og einstøk æl.

Seinnapartin veksur upp í 8-13 m/s, tað verður skýggjað og ælaveður.

Í nátt fer vindurin í útsynning og minkar niður í 3-8 m/s, og tað verður turrari í veðrinum.

Hitin alt døgnið millum 9 og 12 stig.