Vaksandi ójavnaðurin í heiminum orsøk til ósemjur

Gorbatjov nýtti hvast orðalag, tá ið hann undan fyrilestrinum í samrøðu við fjølmiðlafólk fanst at "miseydnaðu royndunum hjá USA at sannføra umheimin um, at landið ber størri ótta fyri hópoyðingarvápnunum hjá Hussein enn fyri egnum oljusáttmálum."

? Tað er ein møguleiki fyri, at ST-vápnaeftirlitsmenninir ikki finna haldgóð prógv fyri, at Irak framleiðir kjarnorkuvápn, ella evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn, segði Gorbatjov. Og kríggj, legði hann aftrat, loysir ikki við vissu trupulleikarnir, ið standast av einaræðisstýri Husseins.
? Heldur enn at fremmandgera Irak og irakiska fólkið eigur USA at ganga á odda í royndunum at fáa Irak inn aftur í heimsbúskapin, segði hann. ST-stongsulin av Irak, ið einamest hevur fingið undirtøku frá USA og Bretlandi, hevur einans avbyrgt Hussein, og hevur tískil styrgt hansara støðu í landinum, segði Gorbatjov.
? Runt um í heiminum, ávaraði Gorbatjov, eru fólk ivasom um veruligu orsøkirnar hjá USA fyri at hótta Irak við kríggi.
? Nógv fólk ivast í, um hetta veruliga hevur nakað við Saddam Hussein at gera. Er stríðið veruliga um hópoyðingarvápn? segði hann. Kanska er alt í veruleikanum um hernaðarligar verjuavtalur. Kanska leiðslan í USA hevur størri áhuga í oljuni í økinum.
? USA kann ikki leypa avstað til Irak uttan at hugsað neyvt um, hvat umheimurin fer at siga til enn eitt Flógvakríggj, legði hann aftrat. Ein innrás við USA á odda, ið verður framd áðrenn vápnaeftirlitið er komið at enda, hevði verið "ørskapur" og hevði rættvísgjørt "junglelógina."
? Eg haldi tað hevði verið gott um USA ikki gloymdi, at umframt síni egnu áhugamál, hava aðrar tjóðir eisini sínar hugsanir um málið, segði Gorbatjov.
? Ein friðarlig loysn av Irak-kreppuni hevði ikki bert verið USA at frama, men eisini russisku oljufeløgunum, ið hava sett pening í oljuøkini í landinum.
Hann hevði eina líknanði loysn uppá kreppuna í Kekenia, sum hann segði einans kundi loysast við politiskum samráðingum. Men hann sýndi sín fulla stuðul til Putin forseta, og fanst at uppreistrarmonnunum fyri ikki at ganga góðviljaða uppskoti Putins um samráðingar á møti.
Gorbatjov segði, at máttmiklu leiðararnir í vesturheiminum, eisini Putin og Bush, mugu ásanna, at vaksandi ójavnaðurin í heiminum er orsøk til ósemjur og førir spentar støður millum rík og fátæk lond við sær, hetta í einari tíð, tá ið politiskt samstarv darlar aftaná altjóða fíggjarligu sameiningini.
At enda ávaraði hann USA ímóti at grunda sín politikk ov nógv á tær hóttanir ímóti tjóðartrygdini, sum komu í kjalarvørrinum av 11. september.
? Eg vil bara ávara ímóti, at óttin hjá amerikanska fólkinum verður nýttur til at gera nakað, ið kann fáa álvarsamar avleiðingar, segði hann.