Vaksandi áhugi fyri Faroexpo

Undirtøkan fyri at luttaka á vinnustevnuni Faroexpo, er alsamt vaksandi. Í mun til somu tíð í fjør, hava nógv fleiri fyritøkur og stovnar meldað til Faroexpo, sum verður hildin frá 24. – 27. oktober. Hetta sjeynda árið á rað, at stóra tiltakið verður hildið í Runavík.

Talan er um eitt serstakt vinnuligt konsept, ið er samansett av partenariati, ráðstevnu og mentan.

Faroexpo er størsta og einasta vinnuliga tiltak av sínum slagi í Føroyum. Vinnustevnan er eitt sera gott høvi hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og stovnum at knýta vinnulig sambond.

Nú ber eisini til at melda til Faroexpo beinleiðis á netinum. Talið av luttakarum er vaksið hvørt ár, og verður talið á luttakandi á Faroexpo 2011 væntandi eisini nakað hægri enn í fjør. Tí ynskja fyrireikararnir at hava yvirlit yvir allar luttakarar so tíðliga sum møguligt, fyri at fyrireika so viðkomandi fundir sum gjørligt.

Partenariatið verður hildið í ítróttarhøllini í Runavík týsdagin 25. oktober og fyrrapart mikudagin 26. oktober. Eitt Partenariat er eitt lukkað forum, har tilmeldaðu luttakararnir nýta høvið til at skapa vinnulig sambond gjøgnum skipaðar fundir.

Partenariatið setir fokus á fyritøkur og stovnar innan ymiskar vinnugreinar. Tey, sum velja at luttaka á partenariatinum, fáa atgongd til luttakaralistan og harvið møguleikan til at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis, at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

Ein týðandi partur av Faroexpo, er almenna Faroexpo Ráðstevnan, sum verður hildin mikudagin 26 oktober kl. 13.00 til 16.30 í Løkshøll í Runavík.

Heitið á ráðstevnuni í ár er »Vinnan í føroysku framtíðini«. Skráin verður kunngjørd fyrst í komandi mánaða. Ráðstevnan er, sum nevnt, opin fyri almenninginum, meðan partenariatsparturin bert er fyri fyritøkum, ið hava fulla luttøku á Faroexpo. Høvuðsskráin fyri Faroexpo 2011 sæst nú eisini á www.faroexpo.fo.

Tað fyritøkan VRG í Saltangará, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo og Mentanarvikuni í Runavík, sum er frá 23. til 30. oktober. Høvuðsstuðul hjá samlaða tiltakinum er Bank Nordik. Harumframt hevur Faroexpo nakrar sonevndar expo-stuðlar, hesir eru Statoil, Bakkafrost og Runavíkar kommuna.