Arbeiðsloysið er vaksandi í Føroyum. Í mun til januar 2003 vóru 156 fleiri arbeiðsley fólk í januar í ár.
Samlaða talið av arbeiðsleysum, sum skrásett eru hjá ALS, var í januar mánað 824 fólk í móti 668 sama mánað í fjør. Hetta er hægsta talið síðan 2001, tá talið var 839.
Arbeiðsloysið í januar í fjør var í prosentum 2,6 prosent, og er í januar í ár 3,2 prosent.
Elisabeth Gaardbo, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini, ALS, sigur, at talan er um eina generella øking av arbeiðsloysinum kring alt landið.
Tó vísa tølini, at serliga í Suðurstreymoy og í Suðuroy er vaksandi arbeiðsloysi. Í Suðuroy er trupulleikin serliga í syðru helvt.
?Har hava vit sæð virki latið aftur í fjør, og tað merkja vit so greitt á tølum okkara, sigur Elisabeth Gaardbo.
Hon sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at tað eru mannfólkavinnur, sum hava trupulleikar í løtuni, tí talið av monnum økist í mun til talið av kvinnum, sum koma í ALS.
Uttan at hava nakrar greiðar ávísingar, bendir nógv á, sigur hon, at her er fólk frá alivinnuni uppií.
Lutfallið millum kvinnur og menn er soleiðis á leið helvt um helvt, sigur Elisabeth Gaardbo, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini. Og umleið helvtin av teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, eru ófaklærd. Tó vísir tað seg, sigur hon, at fleiri faklærdir menn enn kvinnur eru í skipanini.
Tá arbeiðsloysið hækkar, vísir tað seg ofta, at tað eru fólk millum 20 og 29 ár, sum verða arbeiðsleys. Og soleiðis er eisini hesaferð, sigur Elisabeth Gaardbo. Í hinum endanum er tað øvugt, tí har er minkað í aldursbólkinum yvir 60 ár.
Hetta er júst tað øvugt aav tí, sum plagar at henda, tá arbeiðsloysið minkar. Tá nokk er at gera, eru oftari boð eftir teimum ungu fólkunum enn teimum eldru, sigur hon.











