Vakrir tónar í sussinum

Vantandi høvuðsnøvnini á G! tvingaðu fyriskiparnar at leita eftir einum magneti at trekkja tónatystu áhoyrararnar, og loysnin varð uppá rekortíð fingin uppá pláss. Loysnin æt Teitur

Á spæliplássinum trein Teitur á pallin, og fólk tyrptust móti honum. Hetta var fyrstu ferð leygarkvøldið, at spæliplássið var so nøkulunda fult. Deiligt.

Tú kendi beinavegin, at hetta fór at verða ein stór avbjóðing hjá einum einsamallum listamanni, at skula spæla fyri hesum mongu fólkunum, harav tey allarflestu vóru komin í eitt heilt annað gir, enn tað tú kanska vanliga vildu verið í, tá tú ert á einari Teitur konsert. Og tað var sjón fyri søgn, at her var alt ov nógv suss, og ov nógv róp til at tú kundi njóta yndisligu tónarnar frá Teiti til fulnar.


Men Teitur er Teitur. Hann tóktiskt hvørki stressaður ella ávirkaður av skundinum, sum má hava verið kring hesa framførsluna. Hann tóktiskt geva sær góðar stundir at stemma gittarar, innstilla forsterkarar og so framvegis.

Og Teitursa tónlistarligi partur lá als ikki eftir. Hann hevur ein einastandandi eginleika at rúnarbinda við sínum vøkru løgum, og hansara nærvera er ótrúliga góð. Tú sært og hoyrir at hann er heilur á pallinum, og hóast suss og órógv so er konsentratiónin í topp. Ljóðviðurskiftini vóru tó langt frá optimal. Fleiri ferðir komu ýl úr hátalarunum, og serliga elektriska gittaran fingu ljóðfólkini ongantíð ordiliga billbugt við.


Hittparadan og okkurt nýtt

Teitur framførdi sína hittparadu, og fyri Teiturfjepparan var tað ein fragd at sleppa at syngja við løgum sum “You never leave L.A.”, “Josephine”, “Havnin er ein lítil bygd”, “Betty Hedges” o.s.fr. Og tað vóru kanska serliga “up-tempo” løgini sum fingu mest lív í fjøldina, sum dansaði og sang við, meðan Teitur framførdi “Ongir Pengar” og “Havnin er ein lítil bygd”. Umframt tey kendu hittini, dittaði Teitur sær út í okkurt nýtt lag. “Home” er eitt yndisligt, vakurt lag og djarvt er tað, at taka fram nýtt tilfar fyri einari fjøld, sum kanska var meira sinnað at syngja og tralla til sangir tey kenna frammanundan.


Ongin ivi er um, at Teitur uttan líka er besti lagsmiðjur, ið vit eiga her í Føroyum. Ungi maðurin hevur dyrka sítt yrki í eini 15 ár, og úrslitið er sjálvandi góðska. Hóast sín relativt unga aldur hevur hann longu eitt stórt og flott katalog av sangum, sum hann kann borðreiða við. Brellbitar av hesum katalogið vóru borðreiddir fyri dýggjvátu gestunum á Teitursa Café leygarkvøldið á Spæliplássinum. Hóast regn, suss og óljóð skein tónlistarliga góðskan ígjøgnum, og blindaði okkum fyri øllum avmarkandi avbjóðingum.