Veður
At vakna við sól og stilli ein seinan desember morgun er frálíkt. Soleiðis var í gjáramorgunin. Dagurin helt sær, soleiðis sum hann byrjaði. Fínasta veður, hampiliga klárt og passaliga kalt. Um kvøldið fór at smáregna. Ein vakur morgun og ein vakur dagur, nú tað gongur móti stytsta degi á árinum - og móti jólahøgtíðini.
Alt vikuskifti høvdu vit blítt og milt vetrarveður, og soleiðis er aftur í morgun, tó at tað nú er meira tjúkt í veðrinum.
Nei, tað er ikki bara ringt og illfýsið verður í Føroyum. Vit eiga eisini at duga at síggja - og brúka - tær góðu løturnar, sum eru.
Og tær eru hóast alt ikki so fáar, tá ið saman um kemur.
Sunnudagurin var ein av teimum mildu og vøkru, sum geva okkum mátt til at halda út tann langa veturin.
Longu, tá ið farið er um stytsta dag, sum nú liggur beint fyri framman - og dagarnir so smátt fara at gerast longri - kenna vit á okkum, at várið nærkast.
Enn eiga vit januar og februar á okkum, men eisini hesar mánaðirnar mugu vit læra okkum at síggja tær góðu og vøkru løturnar, sum fara at koma.










