Tað er lagt upp til eina sera spennandi sangkapping á Torginum í SMS leygarkvøldið, har vit koma at uppliva nakrar av teimum bestu barnasongrøddunum í Føroyum.
Umframt tvey tey bestu frá hvørjum undanumfari, sleppur eisini besti trýarin við til finaluna. Tað er 8 ára gamla Gunnbjørg Amundsen við sanginum ?Bølle Bob?. Framførðsla hennara var serstakliga góð, og hon dugdi avbera væl at syngja og upptraðka.
Tað er ilt at taka nakran av børnum framum og velja ein favorit, men ein, ið skarar framúr og heilt avgjørt kann blíva til nakað innan songverðina, er Ingibjørg Hansen úr Mikladali. Á framúrskarandi hátt framførir hon sangin "Crazy" hjá Patsy Cline.
Eisini verður skemt á skránni, og verða tað Angela, klovninurin Hannibal , Babyjames og onnur, sum fara at undirhalda.
Nósabarnaprixkappingin byrjar á torginum í SMS klokkan 18.00 leygarkvøldið tann 6. novembur. Kári Sólstein verður frásøgumaður.
Finalistarnir eru:
Barbara Petersen úr Tórshavn, við lagnum "Du kan sige ja-ja".
Sofía Lind Rasmussen úr Klaksvík við sanginum hjá Celine Dion "I'm alive".
Ingibjørg Hansen úr Mikladali við "Crazy" hjá Patsy Cline.
Sharon Zachariassen av Argjum við lagnum ? One moment in time?
Helena H. Jørgensen og Sunnbjørg Thomassen við ?Eingin er sum tú?
Dóra Joensen við "Beautiful?
Gunnbjørg Amundsen við sanginum ?Bølle Bob