Hósvík er størsta einstaka bygdin í Sunda kommunu, tá Hvalvík og Streymnes verða roknaðar sum tvær bygdir. Bygdin telist helst millum elstu bygdir í Føroyum, og fitt av jørð hoyrir til bygdina.
Lendið kring bygdina er soleiðis háttað, at væl hevur ligið fyri at velt, og víðfevndu teigarnir undir landsvegnum hava givið umstøður til jarðarbrúk.
Felagslívið trívist væl í Hósvík. Bygdin eigur bygdarhús, og Hósvíkar Róðrarfelag er eitt virkið felag. Í Hósvík er eisini lutfalsliga nýtt bátafelag, sum hevur góðar umstøður við felagshúsi og egnari atløgu.
Av vinnulívi er eitt nú Reiðaravirkið P/F Thor, sum bæði arbeiðir í oljuvinnuni og fiskivinnuni, og her er matvøruvirkið P/F Krás. Í Hósvík er hvs-veitarin, RenoVent, sum eftirhondini hevur fleiri ár á baki.
Á havnalagnum í Hósvík er eisini einasta bitumengoymsla í Føroyum. Alt bitumenið, sum verður brúkt í Føroyum til asfalt, verður flutt hiðani í tangabilum, og tað er Landsverk, sum eigur goymsluna.
Í Hósvík, sum í dag hýsir sundalagsstevnu, eru eisini smærri fyritøkur innan flutningsvinnu, handverk og tænastur.
Hósvík er vøkur bygd, og tað er landslagið kring bygdina eisini. Men, tað er ikki bara í bygdini og oman fyri bygdina, at tú sært vakrar perlur. Hesar sært tú eisini dygst við sjóvarmálan, har áin rennur oman á sjógv.
Fyri nøkrum árum síðan varð brúgv gjørd um ánna, og her dygst við sjóvarmálan eru eisini gøtur, soleiðis at fólk, sum ganga túr, nú ikki bara síggja úr bygdini - ella av høvuðsvegnum - og oman á sjógvi.
Nú sæst eisini heilt úr sjóvarmálanum og niðan í bygdina og niðan í vøkru fjøllini oman fyri og kring um bygdina.
##med2##
##med3##
##med4##