Mitt í Sørvági er eitt sera vakurt øki við hvítum smásteynum og vøkrum blómum rundan um. Hetta staðið verður nevnt á Stakka, men staðið hevur ikki altíð verið so vakurt, sum tað er blivið nú.
Fyri ikki so langari tíð síðani stóðu nøkur gomul hús og neyst á staðnum, og hesi blivu ikki nýtt serliga nógv. So bleiv gjørt av at bróta hetta niður og gera tað til eitt lítið savningsstað, sum tað er blivið til í dag, og hetta kemur eisini til stóran gagn fyri vestanstevnuni um vikuskiftið.
Nógv ymisk tiltøk vera nevniliga á skránni á Stakka. Leygardaginkl. 14.00 – beint áðrenn kappróðurin – verður stevnan sett á Stakka, og tað er Mina Reinert, sum fer at seta stevnuna. Leygarkvøldið verður so midnáttarsamkoman á skránni við sangi og øllum tí, sum har til hoyrir. Og her fer Magni Arge, stjóri á Atlantsflog at bera fram røðu.
Sunnudagin verður ein fólkafundur á skránni, sum eisini verður á Stakka, og tað serliga við hesum fundi er, at Petra Joensen úr Gásadali fer at hava fundin. So økið á Stakka er ikki bert gjørt fyri at fríðka um bygdina. Hetta økið verður nevniliga í allar hægstu grad nýtt í samband við sjálva stevnuna.
Men tá setan, midnáttarsamkoma og fólkafundur ikki er á skránni, so er økið eisini gott at hugna sær í saman við familju, vinum og kenningum á vestanstevnu. Økið er ikki bara vakurt og hugnaligt. Tað liggur eisini sera væl fyri mitt í vikuni, og sum skilst á fólki í Sørvági, so er hetta besta staðið í bygdini hvat viðvíkur veður og vindi.










