TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við fremsta mann og 2-0 málsskjúttan, Jóan Símun Edmundsson aftaná 2-0 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga í gjárakvøldið.
Jóan Símun Edmundsson spældi ein avgerandi leiklut í 2-0-sigrinum ímóti Lettlandi í kvøld. Omaná eitt framúr gott avrik skeyt hann eisini tað seinna føroyska málið.
- Hallur ger eitt stórt arbeiði í hasum málinum. Hann tekur alla verjuna við sær og spælir meg púra frían. Tað plagar at rigga í FIFA at chippa bóltin, so hví ikki – tvætl, eg sá at málverjin kom langt út, og so chippaði eg bóltin upp á reint instinkt, sigur Jóan Símun um frálíka 2-0-málið og váttar, at tað var ein fantastisk kensla.
- Sum persónur eri kanska soleiðis, at eg var ónøgdur um at eg ikki skoraði í fyrra hálvleiki, men eftir 2-0-málið klára vit aftur at spæla fótbólt eftir at hava verið undir trýsti við nógvum deyðbóltum ímóti okkum, sigur hann.
Hann sigur, at tað nú er hvíld á skránni, soleiðis at hann skal vera sum best fyri til stórdystin ímóti Portugal á Tórsvølli mánakvøldið.