Løgmaður skilir púrt onki. Ongin sigur seg hava fingið ov nógv, øll tykjast vilja hava meira, sigur løgmaður. Hann fer nú at játta fleiri pengar til eina kanning av, hvar pengarnir eru farnir.
Hetta var innihaldið í yvirskrivt í føroysku tíðindinum fyri stuttum.Tað næsta verður væl, at løgmaður ferð at kanna hví blokkstuðulin er tódnaður so nógv og hví hann er vorðin so ódrúgvur.
Vit eiga at leggja løgmanni lag á, so hann sjálvur kann byrja at kanna. Løgmaður kan passandi byrja við sínum egna øki, høvuðsumsitingini. Henda er hækka úr góðum 52 milj uppí góðar 137 miljónir kr. síðan hann sjálvur tók við. Nú er tað so ?in" at vísa vøkstur í prosentum. Ein hækking uppá umleið 162% uppá 4-5 ár hjá løgmanni sjálvum.
Vit onnur kunnu bara undrast yvir, at tað ber til at oysa so nógvan pening út frá ovastu rók uttan at nakað sæst aftur, tað er sanniliga ikki lætt at fata.
Og hetta er áðrenn løgmaður hevur yvurtikið politi, rættarmál og kirkjumál. Àðrenn uttanríkismálini frá Anders Fogh eru yvirtikin. Àðrenn skyldurnar í norðurlandaráðnum. Og áðrenn løgmaður hevur útvegað okkum fastar sessir í sameindu tjóðum í New York við skrivstovu og limosinum, og áðrenn allar hinar ætlaðu yvirtøkurnar.
Eitt er heilt víst. Tað eru burturspiltir pengar sum fara til slíka kanning, sum løgmaður ætlar at gera. Allir at sær komnir føroyingar síggja og vita, hvør størsta sparingin fyri føroya land hevði verið, uttan nakra kanning. Føroyum tørvar ein skipara á brúnni, sum heldur skil á, og sum arbeiðir fyri vælferð og trygd hjá øllum føroyingum.
1100 miljónir kr. í meirútreiðslum um árið umframt 400 miljónir kr. minni í frumintøku tað eru ikki smávegis rokningar at senda til íbúgvar landsins á hvørjum ári framyvir. Rokningar sum als ikki dekningur er fyri. "Hetta gongur ikki", hevði verði sagt av einum og hvørjum eigara ella reiðara. Eigarin og reiðarin í hesum førið eru føroya fólk.
Seinasta úrslitið talar fyri seg sjálvt. At løgmaður nú er vaknaður við kaldan dreym, og ætlar at kanna seg sjálvan. Tað vísur bara uppaftur betur hvusu illa er statt í landsins stýri.
Úrslitini hjá løgmanni koma føroyingum afturum brekku og fara at merkjast inn í hvønn krók í landinum. Tað kan bara verað ein tíðarspurningur til føroyingar fara at merkja rokningarnar og avleiðingarnar frá landstýrinum.
Føroyingar mugu sigast verað heimsins tolnasta fólk, tá teir ikki enn eru byrjaðir at tosa um hesi úrslit og um avleiðingar av teimum. Serliga tá hugsað verður um, at tað bert eru nøkur fá ár síðan seinasta kreppan neit inn í møn og merg hjá allari føroysku tjóðini, ein kreppa sum var íkomin av politiskum kleyvarskapi frá A til Z.