Vaknaður til marru

Tap upp á 65 milliónir krónur er met fyri Norðoya Sparikassa. Hetta er ein afturgongd á 94 milliónir sammet við 2007. – Vit hava funnið útav, at varni gamli sparikassapolitikkurin er besta loysnin, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri, sum ikki kennir seg heilt tryggan í sessinum

Hóast bankin roknaði við einum betri fyri 2008 enn úrslitið í 2007, so endaði 2008 sum ringasta árið í søguni hjá bankanum.

- Tað eru serliga hendingarnar í septembur, oktobur og novembur, sum hava ávírkað úrslitið hjá okkum so øgiliga nógv, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri. Hann vísir somuleiðis á, at tað serliga er innan fiskivinnuna, at útlánini hava givið minni, enn hvat bankin hevur goldið fyri lán úr øðrum bankum, at rentumarginalurin hevur verið ov lágur og at stór virðisminking hevur verið á partabrøvum, ið bankin eigur.

Roknskapurin vísir somuleiðis, at bankin hevur eitt hall, sum svarar til umleið ein fimting av eginpeninginum, so fýra ár afturat á henda hátt høvdu gjørt bankan innsolventan.

- Hetta er sjálvandi ikki nakað, sum fer at henda. Vit verða raktir av fiskivinnuni, sum altíð er tað fyrsta, sum fer, og tí kann tað verða, at vit verða so hart raktir, sigur Eyðfinn Reyðberg.


Kósin stórt útslag

Kósin gav bankanum eitt tap á meira enn 15 milliónir krónur. Hetta er peningur, sum er mistur, og nú er Norðoya Sparikassi leysur av Kósini.

Men hetta er bert ein lítil partur av teimum 48 milliónum krónunum í tapi og burturleggingum. Hetta gevur eitt taps- og burturleggingarprosent á 2,2 prosent.

Í 2008 var staðfesta tapið undir 10 milliónir krónur, men eftir hetta koma tær minst 15 milliónirnar í Kósini.

Men eitt stórt tap hevur eisini verið í partabrøvum í septembur, oktobur og novembur.


Fiskaprísurin burtur

Eitt annað, ið eisini hevur ávirkað Norðoya Sparikassa, er, at fiskaprísurin er í botni. Bankin hevur, sambært stjóranum, roynt at minka um síni útlán í fiskivinnu, har vágin nú er komin niður á 100 milliónir krónur, men kortini hevur bankin mist nógvan pening har.

Men í mun til undanfarnu tíðir er oljuprísurin lægri, og tað kann hjálpa fyritøkuni.

Tríggir fjórðingar av tí, sum bankin roknar við at missa í 2009 eru pengar í vinnuni.


Lítil rentumarginalur

Ein annar postur, sum sambært stjóranum hevur havt sína ávirkan, er rentumarginalurin. Eyðfinn Reyðberg metir, at 10 milliónir krónur ikki eru komnar inn í mun til 2007, tí rentumarginalurin ikki bleiv, sum bankin ætlaði.

Nú er hesin hækkaður, so bankin vinnur meiri pening.


Óheppin politikkur

Sambært Eyðfinni Reyðberg hevur bankin nú funnið útav, at varni gamli sparikassa politikkurin við lítlum váða, er hátturin, ið er ein gongd leið.

Spurdur um bankin hevur gjørt okkurt stórt mistak er stjórin skjótur at rýma frá ábyrgdini.

- Ongin visti, at hendan kreppan fór at koma. Hon kom óvart á okkum øll, men nú hava vit umskipað, so taka vit tað her frá og vóna, at tað gongur betur, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Hann vísir somuleiðis á, at ein partur á tí óhepna er, at bankin hevur lænt pening frá øðrum bankum, har bankin hevur latið meira í rentu til bankan teir læntu frá, enn teir fingu í rentu frá sínum lænarum.

- Nú hava vit næstan ongi lán í øðrum bankum, sigur stjórin. Hann vísir somuleiðis á, at útlánsprosentið er lækkað, so bankin hevur minni váða.

Í ár er talið 95,6 prosent í mun til 107,2 prosent í fjør.


Ótryggur

Tá so keðilig úrslit koma úr eini fyritøku, so er spurningurin ofta, um stjórin sleppur at halda fram, og eisini her, er Eyðfinn Reyðberg varin at úttala seg.

- Mín egna sess vil eg ikki úttala meg um, men mín støða er undirorðna, og tá mann fær nakrar trupulleikar, so ger mann tað, ið krevst fyri at loysa teir, men beint nú týðir onki uppá annað, enn at tú eisini fært meg í hornið um eitt ár, um tú spyrt eftir stjóranum í Norðoya Sparikassa, sigur Eyðfinn Reyðberg.


Betri í ár

Hóast Eyðfinn Reyðberg er sera varin við at úttala seg um, hvørji útlitini eru, tí teir vóru meira enn 90 milliónir við síðurnar av í ár. Men stjórin vísir á, at bankin hevur ætlanir um avlop í ár.

Bankinsegði í fjør, at 2008 fór at gerast betri enn 2007, tá avlopið var um 30 milliónir krónur fyri skatt.