Vaknaði eftir 19 ár í koma

Eftir at hava ligið 19 ár í koma, er 65 ára gamli Jan Grzewski úr Póllandi vaknaður til demokrati, marknaðarbúskap, fartelefonir og 11 abbabørn. Tað skrivar Ekstra Bladet, sum heldur, at tað ikki er so undarligt, um Jan Grzewski er eitt sindur ørkymlaður um dagarnar. Læknarnir góvu honum nøkur heilt fá ár at liva í, eftir at hann varð árendur av einum toki í 1988. Tá hevði hann fýra børn, men nú hann er vaknaður, hevur hann 11 abbabørn. Hetta er undarligt, hevur Jan Grzewski sagt við pólskt sjónvarp, men tað mest skelkandi er sambært honum, at Pólland nú er vorðið demokratiskt.