Í svimjihøllini í Klaksvík hava tey leingi havt varhugan av, at fólk ofta hava verið inni í høllini, tá ið høllin annars ikki hevur verið opin.
Orsøkin kann hava verið, at nógvir lyklar til høllina hava verið í umfari, og tí fekk høllin herfyri nýggja digitala lyklaskipan, og nú skulu øll, sum fáa lykil gjalda fyri hann og kvitta fyri móttøku.
- Tað er ikki rætt, at fólk eru i høllini uttan fyri vanliga tíð, og tí hava vit av trygdarorsøkum fingið sett upp vakmyndatól í høllini, sigur Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar býráð.
Skuldi tað hent, at onkur breyt inn í svimjihøllina á náttartíð, er eisini hent at hava vakmyndatól, sum kann avdúka óbodnu gestirnar.
Kommunan fekk loyvi frá Dátueftirlitinum at seta tólið upp.