Vakið eyga við bátum og bátsformonnum

Nú summarið so smátt nærkast, og fyrsta bátastevnan stundar til, fara menn og kvinnur at gera stuttleikabátarnar klárar . Tað er vorðið meira og meira vanligt at ferðast til tiltøk ymsastaðni í landinum við báti. Hetta ger sjálvandi, at ferðslan við smærri førum er stór í firðum og sundum um summarið.

Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at flestu teirra, ið sigla, hava fyrireikað seg væl. Hesi hava syrgt fyri at hava bjargingarútgerðina, samskiftisútgerðina og maskinuna í góðum standi. Haraftrat, hava tey í flestu førum hollan kunnleika til streym og sigling annars.

- Hinvegin finnast eisini tey, ið ikki hava hildið tað verið neyðugt at rigga seg so væl til, hvørki við neyðugari bjargingarútgerð ella øðrum útbúnaði, ið tryggjar skilagóða sigling.

Eftirlitið minnir á, at tað tíverri eisini kemur fyri, at fólk ikki halda seg aftur í at sigla, hóast tey hava drukkið rúsdrekka í ríkiligt mát. Hetta eigur ikki at koma fyri.

- Syrgiligar vanlukkur og stórir skaðar kunnu standast av slíkum ólevnaði. Tí eigur reglan sjálvandi at vera, at eingin, ið er ávirkaður av rúsdrekka, skal hava ræði á báti.

Fiskiveiðieftirlitið fer saman við øðrum at verða partur av trygdini, tá siglingin til ymisku bátastevnurnar fer at fara fram.

- Manningar frá Brimli og Tjaldrinum fara at gera kanningar av bátum til tess at staðfesta, um viðurskiftini umborð eru, sum reglurnar áseta. Haraftrat fer eisini at verða hugt eftir, um tann, ið hevur ábyrgd av siglingini, er førur fyri at sigla bát og fólk trygt úr einum stað til annað, sigur eftirlitið.