Vágur snøggari og vakrari

- At kommunan miðvíst arbeiðir við at fríðka, verður eisini gjørt út frá teirri hugsan, at býurin útstrálar tað, hann er.

Vágs kommuna hevur lagt seg eftir at geva býnum eina ”andlitslyfting”, sum borgarstjórin, Dennis Holm, rópar tað.

 

- Vit hava dagført nøkur ting í býnum við eitt nú at leggja nýggjar gongubreytir og ymiskt annað, soleiðis at býurin nú er vakrari. Hetta er eisini gjørt út frá teirri hugsan, at býurin útstrálar tað, hann er. Vit hava gjørt eina miðvísa dagføring av parkeringsøkjum.

 

Borgarstjórin sigur, at kommunan eisini hevur gjørt fríøki og økir fram við høvuðsvegnum, og hildið fer at vera fram við hesum.

 

- Eingin ivi er um, at hetta skapar trivnað, og afturmeldingarnar eru, at fólk eru ógvuliga glað fyri hesar fríðkingar.

 

Dennis Holm sigur, at býráðið fer at skapa eitt miðbýarøkið við at fríðka um og dagføra fram við høvuðsvegnum - frá hotellinum og til skipasmiðjuna.

 

- Vit rokna eisini við, at hetta fer at gera tað, at onnur, sum eiga handils-og virkisbygningar á hesum vegastrekki, fara at kenna seg noydd at taka eina hond um sínar ognir.

 

Borgarstjórin væntar, at tað, sum kommunan soleiðis setir í gongd, eisini fer at smitta av sær upp á tað privata.