Vágur raðfestir tað maritima

- Eg fegnist um, at peningur nú er settur av á fíggjarætlanini fyri 2022 til íløgur á havnalagið og maritima umhvørvið, sigur forkvinnan í havna-og vinnunevndini í Vágs kommunu, Marin H. Gaardlykke.

 

Havnalagið og maritima umhvørvið í Vágs kommunu hava fingið høga raðfesting í komandi fíggjarári. Tilsamans eru settar av 1,175 miljónir krónur til íløgur í eitt nú oljubryggjuna og bátahylin.

 

- Á havnaøkinum skulu dagføringar gerast á oljubryggjuna á Oyrunum, og peningur er settur av í fíggjarætlanini fyri komandi ár til forkanningar og ráðgeving í samband við arbeiðið.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Hetta er eitt átrokandi mál, tí longu í 2014 varð staðfest, at oljubryggjan var í ringum standi.

 

Tað sigur Marin H. Gaardlykke, sum er forkvinna í havna- og vinnunevndini hjá Vágs kommunu.  Hon vísir á, at aftrat dagføringini á oljubryggjuni, verður bátahylurin eisini dagførdur.

 

- Umstøðurnar kring bátahylin á Oyrunum eru versnaðar nógv seinnu árini. Tí fegnast vit um, at loksins verður farið undir at dagføra bátahylin. Ætlanin er at dýpa bátahylin og gera aðrar ábøtur, sigur hon.  

 

Marin H. Gaardlykke fegnast um, at peningur nú er settur av á fíggjarætlanini fyri 2022 til íløgur á havnalagið og maritima umhvørvið í Vágs kommunu.

 

##med2##

 

Marin H. Gaardlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini.