Vágur langtíðartvitjan av seismikkskipi

Í kvøld kom seismikkskipið Polar Empress og hjálparskipið Sanco Sky á Vág.

Ein farri av oljuævintýradámi kom í kvøld yvir Vágs Havn, tá seismikkskipið Polar Empress kom á Vág, umframt at hjálpar- og rannsóknarskipið Sanco Sky eisini kom til bryggjukant í Vági í kvøld.

 

Stóra seismikkskipið hevur verið á føroyskum firðum eina tíð, men hevur valt at tikið av tilboð frá Vágs Havn um at liggja á Vági, meðan bíðað verður eftir, at næsta arbeiðsuppgávan er innanborða.

 

Sanco Sky er skrásett í Gibraltar, meðan stóra seismikkskipið Polar Empress er skrásett í  Bergen, og telist millum tey stórstu av sínum slag í heiminum.

 

Sanco Sky er hjálparskip hjá Polar Empress. Suðurrás veit at siga, at Polar Empress er 112 metrar langt og 21 metrar breitt, og at Sanco Sky er 73 metrar langt og 13 metrar breitt.

 

 

Myndir: D. Olsen