Í ár verður jólatræið á minnisvarðaøkinum í Vági tendrað sunnudagin hin 26. november klokkan 18, sum er nú sunnudagin.
Og her verður nógv gjørt burturúr.
Hornorkestrið á Tvøroyri fer at seta sín dám á, og tað fer Frelsunarherurin eisini, eins og Sámal Midjord, korpsleiðari, fer at lesa jólaevangeliið.
Dagfinn Olsen fer eisini at lesa eina jólasøgu við løtuna á minnisvarðaøkinum.
Jólamenn koma á vitjan við pakkum til børnini, og skótarnir fara at bjóða bollar og kakao á økinum.
Í Vági siga tey, at hetta verður annað árið, at granntræið, sum Vágs kommuna gróðursetti í fjør, verður tendrað.
- Granntræið er ein partur av verkætlanini ”Burðardygg býarfríðkan”, har vit í Vágs kommunu vilja sleppa undan at keypa granntrøð sum eru feld, siga tey í kommununi.
Skráin er klár
Í Vági hava tey lagt eina jólaskrá yvir tiltøk og hendingar, og skráin kann lesast talgild um heimasíðuna www.vagur.fo
- Eins og undanfarin ár, hevur Miðlatún samlað fleiri av almennu tiltøkunum í eina skrá, og hesi tiltøk fara at seta sín dám á jólahugnan í Vági.
Skráin byrjar í dag, tá handilsdagurin, Black Friday, er, og hesin dagur verður ofta sæddur, sum startskotið til jólasøluna hjá handlunum.
Skráin, sum er løgd fyri tíðina fram til jólar, røkkur heilt fram til nýggjársaftan, sum er ein heilt serligur dagur í Vági.
Í skránni eru eisini upplatingartíðir hjá handlunum og Páls Høll fram til jóla og millum jóla og nýggjárs.
- Vert er longu nú at leggja sær í geyma, at Páls Høll eisini fer at hava opið jólaaftansmorgun. Soleiðis kunnu fólk bæði hugna sær í baðilandinum ella taka sær nakrar longdir í hylinum, áðrenn jóladøgurðin verður etin, og gávurnar verða pakkaðar upp.
Virða jólafriðin
Í Vági siga tey, at gávuhandlarnir verða opnir til klokkan 20 tollaksmessudag, 23. desember.
- Fyrr hava nakrir av handlunum havt opið til klokkan 22 tollaksmessudag, men í ár verður hetta øðrvísi. Vit vilja virða jólafriðin hjá viðskiftafólkum og starvsfólkum í handlunum, soleiðis at øll kunnu njóta jólini og gerast klár til jólaaftan, siga tey í Vágs kommunu.