Vágur fær nýggjan býráðslim í morgin

Á býráðsfundi í annaðkvøld skal býráðið viðgera umsókn um farloyvi

 

Hóast tað ikki stendur beinleiðis í skránni, so er hugsandi, at tað er umsókn frá Dennisi Holm um farloyvi, sum býráðið skal viðgera. Í øllum førum skal Dennis Holm úr býráðnum, tí sum landsstýrismaður kann hann ikki hava annað starv, og hetta er fyrsti fundur í Vágs býráð, síðani landsstýrisfólkini vórðu tilnevnd.

Býráðsfundur skuldi eftir skránni verið 30. januar, men hann varð tá útsettur til í annaðkvøld klokkan 19.

Tjóðveldi fekk á seinasta býráðsvali fýra limir valdar í Vágs býráð:

1. Dennis Holm    160

2. Eyðbritt Krosslá    34

3. Bárður G. Nielsen    32

4. Jónleyg Eyðunsson    32

5. Anna Brattaberg Samuelsen    29

6. Rógvi Kærbech    21

7. Vár Dimon    21

8. Gunnvá B. Arnfinnsdóttir    19

9. Kári í Lágabø    12

10. Jón Bjarnason    5

 

##med2##

Nú Dennis Holm skal úr býráðnum, so kemur næsta fólk á listanum inn. Tað er Anna Brattaberg Samuelsen, ið so tekur við sætinum sum býráðslimur, so leingi Dennis Holm verður í farloyvi.

 

Anna Brattaberg Samuelsen gjørdist nummar fimm á listanum hjá Tjóðveldi á seinasta býráðsvali í Vági – og harvið fyrsta eykafólk floksins