Vágur: Broytingar í ferðsluviðurskiftum millum Toftabrekku og Toftalíð

Í nøkur ár hevur verið einsrættað á ovara vegi við Vágs skúla. Nú verður hetta broytt aftur, upplýsir Vágs kommuna, ið skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

 

Vágs kommuna skal hervið boða frá, at broytingar eru gjørdar í ferðsluviðurskiftum millum Toftabrekku og Toftalíð.

 

Broytingarnar fevna um:

 

  • Einsrættingin á Toftavegi millum Toftalíð og Krosslábrekku er sett úr gildið.
  • Broytt hámarksferð til 30 km/t.
  • Steðgiforboð í ovaru síðu frá Toftalíð til Toftabrekku.
  • Steðgiforboð í niðaru síðu á Toftavegi, framvið skúlanum. Tó verður av og á skipan loyvd, hetta verður ein “koss og farvæl” sona til at seta børn av.
  • Gonguteigur og merkt gongubreyt