Nú nærkast av álvara, til Ljósfest verður aftur í Vági. Tiltakið verður vikuskiftið komandi - frá 16. til 18. august, og hetta verður eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki, har øll eru hjartaliga vælkomin.
- Ljósfestir vóru eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Tiltakið varð hildið fyri at hátíðarhalda fyrsta el-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum varð bygdt í 1921.
Talan er sjálvsagt um el-verkið í Botni í Vági.
Tað var í 2021, at Vágs kommuna gjørdi av at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hetta varð gjørt saman við SEV fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verkinum í Føroyum.
Í Vági siga tey, at Ljósfestin í ár soleiðis verður hin fjórða, sum Vágs kommuna hátíðarheldur síðan 2021. Ljósfestin í ár byrjar longu fríggjakvøldi hin 16. august og endar sunnukvøldið 18. august.
- Byrjað verður fríggjakvøld klokkan 19 í tjaldinum, har VB og FC Suðuroy fara at skipa fyri Syngið-við-tiltaki - við luttøku av Vestmonnum og Froðbiar sóknar Bluesorkestri.
Verður hugt niður í skránna, er myndaframsýning og listaframsýning frá klokkan 10-17.
- Leygardagin klokkan 13 letur upp listaframsýning við eitt nú Pól Skarðenni, Djóna Suðuroy, Ullu Bærendsen, Sven Erik Stenberg og fleiri.
Leygardagin verður stóri dagurin hjá børnunum.
- Stórt barnatiltak verður á stóra pallinum frá klokkan 15-17, og hetta er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum verða eitt nú Angela og Hannibal, sum fara at framføra.
Í Vági verður eisini sølutorg á Ljósfestini, og her verður høvi at keypa sær hondvirkaðar vørur frá lokalum.
Leygarkvøldið verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har eitt nú Ronnie og Maria, Hjalmar og Dagfinn, Starlight, Janus Wiberg, Hjarnar og Marius fara at spæla.
Pallstjórar verða Gissur Patursson og Bjørn H. Bech.
Tað verður Kirstin Strøm Bech, fyrrverandi borgarstjóri í Vágs kommunu og útbúgvin fólkaskúlalærari, sum fer at seta Ljósfestina 2024.
Eisini verður heiðran av vágbingum, sum hava gjørt okkurt serstak á lívsleiðini fyri Vágsbygd, og tað eru vágbingar sjálvir, sum gera av, hvør skal hava heiðurin.
Formaðurin í mentanarnevndini í Vágs kommunu, Levi R. Mørk, fegnast um stóra skaran av fólki, sum hevur vitjað undanfarnu Ljósfestir í Vági.
Hann avdúkar eisini, at nógv uppskot eru komin inn um vágbingar, sum skotið verður upp at heiða á Ljósfestini hesaferð.
- Øll eru hjartaliga vælkomin á Ljósfest, sum er eitt ókeypis mentarnarvikuskfti í Vági og sum endar sunnudagin við møti og sangi í tjaldinum, siga tey í Vágs kommunu.