Tað er baberara hýrur í Vági. Royndin Fríða við dreingjamanning vann óvæntaðan sigur á Skálafjørðinum. Tá ið teir fóru um málið, var Royndin Fríða eina hálva bátslongd undan Teistanum hjá Argja Róðrarfelag.
Hesir báðir bátarnir eru ikki millum teir fremstu í FM kappingini. Royndin Fríða er á fimta plássi við 17 stigum, og Teistin er á fjórða plássi við 21 stigum. Men í dag vóru tað hesar báðar manningarnar, sum vóru tær drúgvastu, og gongdin í dag og undanfarnu ferðirnar bendir á, at tað er opið í FM stríðnum.
Fípan Fagra, sum vann í Vestmanna, var meiri enn eina bátslongd aftanfyri Teistan, og Drekin, sum er fremstur í FM kappingini, var ein stóran skut aftanfyri Fípuna Føgru.
Geytin, sum fyrr í summar hevur verið frammarlaga, endaði á fimta plássi, og tað v´´oru tvær bátslongdir frá vinnarabátinum og aftur til Geytan.
##med2##
úrslit/rsf.fo