Vitjanin er partur av einari NordPluss-verkætlan, sum hon verður rópt.
Vágs skúli er partur av hesi ætlan, har Føroyar, Ísland og Finnland knýta vinarbond.
- Við at vitja hvønn annan, verður lært um mentan og livihátt hjá hvørjum øðrum, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Tema fyri verkaætlanina er útilív, og her hevur nógv ymiskt stuttligt, áhugavert og avbjóðandi verið á skránni.
- Túrar eru gjørdir í haga og ymsastaðni kring um í Suðuroynni, og fiskitúrur hevur eisini verið við sluppini, Johonnu.
Sagt verður úr Vágs kommunu, at vitjað hevur eisini verið í kolanámi í Hvalba, eins og zip-linað hevur verið vesturi í Múlagjógv.
Næmingarnir enda í kvøld við einari fráfaringarveitslu.
- Men, áðrenn tað, hava vágbingar og onnur áhugaði møguleikan at síggja frálíkar myndir, sum næmingar hava tikið.
Lagt verður aftrat, at myndirnar eru at síggja í Miðlatúni í Vági í dag klokkan 16.